|
|
Vinnuligur fiskiskapur
Nr. 28 10. mars 1994Broytt smb. løgtingslóg nr. 105-24/8-1994 (§ 27), løgtingslóg nr. 58-2/6-1995 (fleiri broytingar), løgtingslóg nr. 92-13/6-1995 (§§ 9,stk.2 og 22,stk.1 og 2), løgtingslóg nr. 124-8/8-95 (§ 27), løgtingslóg nr. 174 -22/12-95, løgtingslóg nr. 50-20/5-96 (fiskidagaskipan), løgtingslóg nr. 64-20/5-96 (§ 9a friðaðu økini), løgtingslóg nr. 77-20/5-96 (§ 6), løgtingslóg nr. 84- 6/6-97 (nógvar broytingar), løgtingslóg nr. 133 frá 9/8-97, løgtingslóg nr. 69 frá 18/8-98 (nógvar broytingar), løgtingslóg nr. 49 frá 10.05.1999 (§ 8) og løgtingslóg nr. 80 frá 17.08.1999 (§27). (Fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum, so hvørt broytingarnar eru settar inn) Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap Kapittul 1 § 1. Lógin fevnir um vinnuligt at gagnnýta livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi á sjóleiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar. Lógin fevnir somuleiðis um at gagnnýta livandi tilfeingið í føroyskum áum og vøtnum. Lógin fevnir ikki um at gagnnýta hval, kóp, fugl og alifisk. § 2. Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið. Stk. 2. Viðvíkjandi stovnum, sum ferðast um fiskimark ella bert ferðast í altjóðasjógvi, verður dentur lagdur á millumlandasamstarv í samljóð við altjóða havrættin og á at samstarva við onnur lond um skipan fyri fiskiskapi á ávísum havleiðum og eftir ávísum fiskasløgum, fyri at tryggja somu endamál, sum nevnd eru í stk. 1 í hesi grein. Stk. 3. Ein meginregla í umsitingini av tilfeingi, ið ikki er avmarkað av altjóða- ella øðrum avtalum, sum Føroyar eru partur í, er at veita so frælsa atgongd til hetta tilfeingi sum gjørligt fyri fiskifør undir føroyskum flaggi. Stk. 4. Skipanarnevndin verður sett av landsstýrismanninum við umboðum frá vinnuni og Fiskimálastýrinum, herundir Fiskirannsóknarstovuni og Fiskiveiðueftirlitinum. Landsstýrismaðurin leggur stovnsmetingarnar og tilmælini frá Stovnsrøktarnevndini og Fiskirannsóknarstovuni fyri Skipanarnevndina. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn, og ger landsstýrismaðurin reglugerð um val og virki nevndarinnar. § 3. Rættindi til fiskiskap sambært hesi lóg fevna um veiðu við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir dýrum og plantum á føroysku landleiðunum og á havleiðum uttan fyri føroyskt fiskimark, og við fiskiførum undir fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum. Stk. 2. Fiskirættindi latin sambært hesi lóg veita ikki einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan endurgjaldsskyldu. § 4. Føroyska ytra landleiðin er sjógvurin innanfyri linju, sum gongur 200 fjórðingar (1 fjórðingur = 1852 metrar) frá beinum grundlinjum drignar gjøgnum hesi 12 støðini í tilskilaðu raðfylgjuni: 1) Sker í útsynning úr Munkinum. 2) Vestasti endi á Knúpi út fyri Fámará. 3) Vestasta skerið út fyri Mykines vita. 4) Útnyrðingsendi á skeri í útnyrðing úr Mykines vita. 5) Útnyrðingsendi á skeri í útnyrðing úr Mýlingi (Skeiðið). 6) Útnyrðingsendi á Kallsfles norður úr Kalli. 7) Sker norður úr Ennibergi. 8) Skoparin undir Norðbergi á Fugloynni. 9) Landnyrðingshornið á Fugloynni. 11) Eystasti endi á Munka-flesjunum. 12) Sunnasti endi á Stórufles við Munkin. Koordinatini frammanfyri vísa til Datum WGS 84. Stk. 2. Har minni enn 400 fjórðingar eru úr strondum Føroya til strendur Íslands, Noregs og Stórabretlands verður fiskimarkið, um serstøk avtala ikki er gjørd, avmarkað eftir tí linju, ið allastaðni liggur eins langt frá næsta punkti á grundlinjunum við nevndu strendur (miðlinjan). Stk. 3. Innara landleiðin er sjógvurin innanfyri beinar grundlinjur drignar gjøgnum hesi 12 støðini í tilskilaðu raðfylgjuni: 1) Sker í útsynning úr Munkinum 2) Vestasti endi á Knúpi út fyri Fámara 3) Vestasta skerið út fyri Mykines vita 4) Útnyrðingsendi á skeri í útnyrðing úr Mykines vita 5) Útnyrðingsendi á skeri í útnyrðing úr Mýlingi (Skeiðið) 6) Útnyrðingsendi á Kallsfles norður úr Kalli 7) Sker norður úr Enniberg 8) Skoparin undir Norðbergi á Fugloynni 9) Landnyrðingshornið á Fugloynni 10) Eystasta Hornið á Bispinum eystanfyri Fugloynna 11) Eystasti endi á Munkaflesjunum 12) Sunnasti endi á Stórufles Koordinatini frammanfyri vísa til Datum WGS 84. Stk. 4. Innara fiskidagaleiðin er sjógvurin innanfyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi tilskilaðu støð í hesi raðfylgju: 1) 62°47'00'' N, 07°12'00'' W. Stk. 5. Ytra fiskidagaleiðin er sjógvurin millum 200 fjórðinga sjómarkið og innaru fiskidagaleiðina ásett í stk. 4, tó verður Føroya Banki ikki tikin við. Stk. 6. Havleiðirnar uttan fyri føroysku landleiðirnar eru NEAFC skipanarøkið, NAFO skipanarøkið og NASCO skipanarøkið og tær altjóðaleiðir, har Føroyska heimastýrið ikki hevur góðkent avtalur um skipan av fiskiskapi, búskaparøkini hjá Kanada, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Russlandi, Estlandi, Lettlandi, Litavia og Europeiska samveldinum og øðrum londum, sum Føroyar hava sínámillum fiskivinnuavtalur við. § 5. Veiðuevnið hjá fiskifari er veiðitrýstið hvørt fiskifar fremur hvønn fiskidag.Stk. 2. Heildarkvota sambært hesi lóg er tann nøgd av fiski í tonsum, rund vekt, sum fiskifør undir føroyskum flaggi hava rættindi at veiða sambært árligum semjum í millumlandafiskivinnunevndum og sambært árligum avtalum eftir sínámillum fiskivinnusáttmálum við onnur lond. Stk. 3. Veiðuloyvi sambært hesi lóg fyri fiskifør, onnur enn tey, ið koma undir bólk 5 sambært § 28, stk. 1 er góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar. Veiðuloyvi sambært hesi lóg fyri fiskifør í bólki 5 sambært § 28, stk. 1 er góðkenning upp til fimm ár, ið landsstýrismaðurin veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar. Stk. 4. Fiskiloyvi sambært hesi lóg er tann rættur, sum landsstýrismaðurin hevur latið eigara av ávísum fiskifari, sum hevur veiðuloyvi sambært stk. 3, at veiða ávíst fiskidagatal og/ella ávísa nøgd úr ávísum fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Fiskiloyvi kann eisini verða latið eigara av fiskifari, sum ikki hevur veiðiloyvi sambært stk. 3, soleiðis at veitt verða fyribils ella avmarkað rættindir at veiða ávísa nøgd/dagatal úr fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Stk. 5. Ein fiskidagur er eitt samdøgur, ið verður roknað, sum landsstýrismaðurin ásetir. Talið av fiskidøgum, ið eitt fiskifar hevur nýtt til ein túr, verður roknað frá tí, at túrur byrjar til túrur endar. Tað ber einans til at rokna við heilum fiskidøgum. Stk. 6. Felags kvotupartur er tann partur av heildarkvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrismaðurin setir av til at fiska hjá einum bólki av fiskiførum, undir einum. Felags árskvota er felags kvotuparturin roknaður um til tons, rund vekt, av fiski. Stk. 7. Egin kvotupartur er tann prosentpartur av felags árskvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrismaðurin hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska. Egin árskvota er egni kvotuparturin roknaður um til tons, rund vekt, av fiski. Stk. 8. Hjáveiðupartur er tann partur í prosentum, sum verður lutaður fiskiførum ella bólkum av fiskiførum. Egin hjáveiðikvota er hjáveiðiparturin, ið landsstýrismaðurin hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska, roknaður um til tons, rund vekt, av fiski. Stk. 9. Stovnsrøktarnevndin. Landsstýrismaðurin velur eina Stovnsrøktarnevnd, sum letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum og tilmæli viðvíkjandi fiskiskapinum eftir botnfiski á føroysku landleiðunum. Eftir uppskoti frá fiskiveiðufeløgunum umboðandi ávikavist húk og trol velur landsstýrismaðurin tveir limir fyri hvønn bólkin umframt tiltakslimir í nevndina. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar at útinna arbeiðssetningin. Fiskimálastýrið setur skrivara. Stk. 10. Fiskiveiðueftirlitið er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum og fremur eftirlit sum fyrisett í hesi lóg. Stk. 11. Fiskirannsóknarstovan er fyrisitingarliga skipað undir landsstýrismanninum og letur landsstýrismanninum upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum og vísindarligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í hesi lóg. Stk. 12. Tons merkir Tonsatal Brutto (BT) ella Skrásett Brutto Tons (BRT), sum til eina og hvørja tíð tilskilað á skipsins málibrævi ella máliprógvi. Fiskifør kunnu ikki skifta høvuðsbólk sambært § 28, stk. 1, aftaná at henda áseting hevur fingið gildi. § 6. Tann, ið ætlar sær at avreiða, skal søkja um fiskiloyvi. Um bert verður veitt til húsbrúks, krevst ikki fiskiloyvi. Kapittul 2 § 7. Vinnuligur fiskiskapur sambært hesi lóg kann bert fara fram við fiskiførum, sum sambært ognarviðurskiftunum til eina og hvørja tíð eru heimahoyrandi í Føroyum og hava veiðuloyvi eftir § 5, stk. 3, ella hvørs eigarar hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4. Fyri at eiga fiskifar undir føroyskum flaggi krevst, at eigararnir eru: 1) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis og sum lúka treytirnar í stk. 2, 2) ella feløg, sum lúka treytirnar í stk. 3. Stk. 2. Eigararnir sambært stk. 1 skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Stk. 3. Um eigararnir sambært stk. 2 eru skipaðir í felagi, skal tað lúka fylgjandi treytir: Felagið skal vera partafelag, smápartafelag, lutafelag ella partsreiðarí. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv. Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2. Føroya landsstýri skal hava upplýsingar, tá broyting fer fram í býtinum millum føroyska partin og útlendska partin av ognarpeninginum og atkvøðurættinum og skal góðkenna slíkar broytingar. Stk. 4. Persónar og feløg, sum hava rikið fiskifør í 1996 og undan, kunnu halda áfram við virksemi sínum hóast ásetingarnar í stk. 1 - 3, treytað av, at tey fiskifør, tey hava rikið, hava fingið veiðuloyvi frá landsstýrinum fyri árið 1996. Stk 5. Landsstýrið kann í heilt serstøkum førum gera undantøk viðvíkjandi treytunum sambært hesi grein. § 8. Veiðuloyvi frá fiskifari, ið er lagt med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella farið er strikað í skipaskránni, kann verða flutt til annað fiskifar uttan veiðuloyvi við somu ella minni fiskiorku ella til innflutt fiskifar við somu ella minni fiskiorku. Er talan um veiðuloyvi til uppsjóvar fiskasløg, rækjuveiðu ella til fiskiskap uttan fyri føroysku landleiðirnar, kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá hesum kravi. Stk. 2. Verður fiskifar við veiðuloyvi lagt med alla, er ræðisavmarking skrásett í skipaskránni, ella farið verður strikað í skipaskránni, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum tilsøgn um, at veiðuloyvið kann verða flutt til annað fiskifar við veiðuloyvi. Tó er ikki loyvt at flyta veiðuloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata eigaranum av fiskifarinum, sum veiðuloyvið verður flutt á, at njóta rættindi svarandi til, at fiskiorkan ikki verður størri enn fiskiorkan tilsamans hjá fiskifarinum framman undan og fiskifarinum, sum veiðuloyvi verður flutt frá. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita eigarunum tilsøgn um, at veiðiloyvi frá tveimum fiskiførum, ið eru løgd med alla, har ræðisavmarking er skrásett í skipaskránni, ella førini eru strikað í skipaskránni, kunnu verða flutt til annað fiskifar uttan veiðiloyvi ella til innflutt fiskifar.Tó er ikki loyvt at flyta veiðuloyvi frá fiskifari, ið er minni enn 40 tons til fiskifar størri enn 40 tons ella øvugt. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata eigaranum av fiskifarinum, sum veiðuloyvini verða flutt á, at njóta rættindi svarandi til, at fiskiorkan ikki verður størri enn fiskiorkan tilsamans hjá fiskiførunum, sum veiðuloyvini verða flutt frá. Stk. 4. Verður fiskifar við veiðuloyvi lagt med alla, er ræðisavmarking skrásett í skipaskránni, ella farið verður strikað í skipaskránni, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum tilsøgn um veiðuloyvi til annað fiskifar ístaðin, sum skal verða skrásett í skipaskránni innan 2 ár frá tí degi, at tilsøgnin er givin. Fiskifarið, sum kemur ístaðin, skal lúka treytirnar í stk. 1 viðvíkjandi fiskiorku. Stk. 5. Landsstýrismanninum verður givin heimild til í serligum førum at víkja frá 2 ára tíðarfreistini sum ásett í stk. 4. Stk. 6. Persóni ella felag, sum hevur tilsøgn sambært stk. 4, kann verða latin rættindi samsvarandi § 5, stk. 4-8 í tíðarskeiðnum, sum tilsøgnin er galdandi fyri. Rættindi skulu verða áteknað í fiskiloyvið vísandi til heimildina, sum tey eru veitt eftir. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita persóni ella felag við tilsøgn um veiðuloyvi sambært stk. 4 tilsøgn um, at veiðuloyvið kann verða flutt til annað fiskifar samsvarandi stk. 2 og 3. Stk. 7. Fiskiorkan verður m.a. útroknað eftir miðalveiðutølum fyri hvønn brúktan fiskidag í hvørjum bólki sær, nevndir í §§ 28 og 29. Trolbátar í bólki 4 verða viðgjørdir fyri seg. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð reglur um, hvussu fiskiorka verður roknað út, og um mannagongd fyri samanlegging og umsiting sambært reglunum í stk. 1 – 5. . § 9. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at skipa fyri fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum og fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum og fiskiskapi hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi uttanfyri landleiðirnar og kann landsstýrismaðurin m.a. gera reglur um: Reglur verða gjørdar um, hvussu fiskidagar á innaru fiskidagaleiðini verða býttir um við fiskidagar á ytru fiskidagaleiðini við neyvari tilskilan av kongafiski og svartkalva hjáveiðinøgd og fiskidagaskipan fyri fiskifør, sum hava serloyvi. Fiskidagaskipan ella kvotuskipan á mið- og fjarleiðum. Fiskidagaskipan ella kvotuskipan á føroysku landleiðunum, har hesi ikki er býtt út til ávísar skipabólkar eftir hesi lóg. Skyldu at lata veiðufráboðan til eftirlitsendamál. Skipan við veiðu- og fiskiloyvum og avgreiðslugjald í hesum sambandi. Vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski. Bann fyri at blaka veiði út aftur, og hvørji dýra- og plantusløg koma undir hetta bann. Hvussu mótroknað verður, um veitt verður út um ásett fiskidagatal, ásett hjáveiðuprosent ella egna árskvotu og um hvussu virði í mótrokningini verður at nýta. Reglur um hvør er at meta sum fult rikin og ikki fult rikin útróðrarbátur og reglur um inntøkumørk. Reglur um veiðibann sunnu- og halgidagar. Tíðaravmarkað veiðibann á ávísum leiðum við ávísum reiðskapi eftir tillagingartørvi fiskidagatalsskipaninnar. Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað við kunngerð at áseta reglur um: Hvussu fiskiskapurin skal fara fram, minstamát, friðað øki og friðingartíðir, fiskireiðskap og nýtslu hansara og veiðihættir. Stk. 3. Landsstýrismanninum er somuleiðis heimilað at skipa fyri fiskiskapi frá landi og í áum, vøtnum og løkum og í kunngerð áseta nærri reglur um minstamát, friðað øki, friðingartíðir, fiskireiðskap og nýtslu teirra, fiskihættir, avmarking av veiðunøgd, veiðiorku og onnur tiltøk. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir í samband við avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum, heruppií hvussu stórur partur skal fara um góðkendar uppboðssølur. § 9a. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum og leiðunum: Alt árið innanfyri linjur drignar 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Frá forboðnum eru tó tey fiskifør undantikin, ið hava serloyvi til troling og royndir, sum Fiskirannsóknarstovan skipar fyri. a) Í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innanfyri linjur drignar millum hesi 7 støðini og í hesi raðfylgju: 60°50'00"N 07°57'00"V tó soleiðis, at í tíðarskeiðinum frá 1. september til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, er loyvt at veiða innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 60°50'00"N 07°57'00"V Hetta veiðubann fevnir ikki um beinleiðis veiði eftir sild og makreli við kraftblokki. b) Í tíðarskeiðinum frá 20. januar til 1. mars, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 61°10'00"N 09°35'00"V c) Alt árið 12 fjórðingum úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 61°44'48"N 07°43'18"V d) Alt árið 12 fjórðingum úr grundlinjuni og innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 62°26'05"N 07°30'00"V e) Í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 62°25'00"N 05°52'00"V f) Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 61°12'00"N 06°22'00"V g) Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 61°37'00"N 07°33'00"V h) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar frá grundlinjuni millum breiddarstigið 61o57'00"N og 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00"V). i) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00"V) og innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju: 62°30'00"N 07°45'00"V fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir. Partrol ella dupulttrol er ikki loyvt. j) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar frá grundlinjunum og eystan fyri longdarstigið 06°30'00"V og norðan fyri breiddarstigið 62°25'00"N fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir. Partrol ella dupulttrol er ikki loyvt. k) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 60°54'00"N 06°04'00"V l) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 60°26'00"N 06°32'00"V Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1 kann landsstýrismaðurin við kunngerð víðka um friðingarnar í stk. 1 við tíðaravmarkingum fyri allar veiðihættir hjá øllum fiskaførum. § 10. Virking av veiðu umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi á føroysku landleiðunum er bert loyvd eftir góðkenning frá landsstýrismanninum. Virking umborð er, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur. Stk. 2. Virking av veiðu á føroysku landleiðunum umborð á fiskiførum undir fremmandum flaggi kann bert fara fram við loyvi frá landsstýrismanninum. Stk. 3. Umskiping av veiðu frá fiskiførum undir føroyskum flaggi til fiskifør við tilvirkingarloyvi ella til fiskifør undir fremmandum flaggi kann bert fara fram við loyvi frá landsstýrismanninum. Stk. 4. Tað er ikki loyvt at blaka veiðu fyri borð. Stk. 5. Á landleiðunum og í føroyskum havnum er tað bannað fiskiførum, sum eru undir fremmandum flaggi og fremmandum ríkisborgarum at reka vinnuligan fiskiskap yvirhøvur, herundir fáast við slíkt, ið stendur í samband við fiskiskap, so sum umskiping av fongi, virking, pakking ella onnur handfaring av fiski ella fiskavøru, umskiping av útgerð ella ankring við tí í hyggju at taka lut í umskiping av fiski ella taka inn útgerð. Stk. 6 Landsstýrismanninum er heimilað at gera undantak frá forboðnum í stk. 5 og heimilað at gera nærri reglur hesum viðvíkjandi. Stk. 7. Eisini er bannað fiskiførum, sum eru undir fremmandum flaggi og fremmandum ríkisborgarum, at koma á føroyskt sjóøki ella í føroyska havn uttan í skaðaleysari gjøgnumsigling, um so er, at tey hava brotið reglur fyri fiskiskapi uttan fyri føroysku landleiðirnar, sum fiskifør undir føroyskum flaggi sambært millumlanda avtalur eru bundin at halda. § 11. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu ikki fara til vinnuligan fiskiskap uttan at hava veiðuloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3 og 4, ella uttan at eigarar tess hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4. Landsstýrismanninum er heimilað í fiskiloyvinum at seta nærri treytir viðvíkjandi t.d. fiskiskapinum og regluligum fráboðanum til Fiskiveiðueftirlitið. Stk. 2. Til vinnuligan fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir fiskasløgum, ið koma undir fiskidagaskipan, kvotu- ella aðra skipan krevst ræði yvir fiskidøgum ella kvotum, sambært § 5, stk. 5 - 8. Stk. 3. Fiskifør undir fremmandum flaggi kunnu bert veiða á føroysku landleiðunum við loyvi frá Fiskimálastýrinum, sambært sínámillum fiskiveiðuavtalum. Kapittul 3 § 12. Bert persónar og feløg, ið eiga fiskifør, ið hava veiðuloyvi sambært § 5, stk. 3, kunnu fáa rættindi sambært § 5, stk. 4 - 8. Eigari av fiskifari, ið hevur fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4, kann fáa rættindi sambært § 5, stk. 5-8. § 13. Fyri eigarar av fiskiførum við veiðuloyvi sambært § 5, stk. 3, 1. punktum hevur rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðukvotu gildi í 10 ár ísenn, smb. tó §§ 14 og 15. Stk. 2. Fyri eigarar av fiskiførum við veiðuloyvi sambært § 5, stk. 3, 2. punktum eru rættindini teir ásettu fiskidagar, sum eigarin sambært fiskiloyvi til eina og hvørja tíð ræður yvir. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at rættur til egna hjáveiðukvotu kann verða latin fiskiførum í høvuðsbólki 1 og 6 sambært § 28, stk. 1 við gildi í 10 ár ísenn. Stk. 4. Eigari av fiskifari, ið hevur fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4, fær tó bert tey í fiskiloyvinum fyribils ella avmarkaðu rættindini tað ávísa fiskiárið. Stk. 5. Treyt fyri at njóta rættindini sambært stk. 1-3 er, at treytirnar í § 8, stk. 6 ella treytirnar í § 12, 1. punktum eru loknar. § 14. Fiskidagar kunnu umsetast upp til 10 ár í senn innanfyri hvønn undirbólk ásettir sambært § 29, stk. 1. Umsetingin av fiskidøgum skal fara fram eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, og er er treytað av, at partarnir lúka treytirnar ásettar í § 13. Fyri umseting millum bólkar, har slík er loyvd¸ skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virði á fiskidøgum millum bólkarnar grundað á veiðuevni. Stk. 2. Leigaðir fiskidagar falla aftur til upprunaliga rættindahavaran aftan á leigumálið, treytað av, at hann lýkur treytina ásett í § 12. Lýkur hann ikki hesa treyt, verða fiskidagarnir býttir javnt millum fiskiførini í viðkomandi undirbólki sambært § 29, stk. 1. Fiskirættindi svarandi til seldar fiskidagar verða løgd afturat rættindunum hjá fiskiloyvinum, hvørs eigari hevur keypt rættindini. Stk. 3. Fiskidagar kunnu verða læntir ella leigaðir í sama fiskiári millum høvuðsbólkarnar ásettir sambært § 28, stk. 1, undantikið frá bólki 5 til hinar bólkarnar, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur. Fiskidagar í høvuðsbólki 4, smb. § 28, stk. 1, kunnu ikki latast frá húki til trol. Stk. 4. Fiskiveiðueftirlitið skal hava fráboðan um flyting av fiskidøgum, áðrenn farið verður at brúka fluttu dagarnar. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal verða váttað av báðum pørtum. Fiskidagar kunnu ikki setast í veð. Stk. 5. Hjá feløgum og einstaklingum, sum hava útvegað sær fiskidagar innan 1. september 1997, verður 10 ára skeiðið roknað frá hesum degi. Stk. 6. Fiskidagar, sum eru umsettir í einum fiskiári fyri ávíst tíðarskeið, skulu fylgja vøkstri og niðurskurði í sama mun, sum ásetingin í § 29 fyri hvørt fiskiár broytist. § 15. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðukvota kann umsetast upp til 10 ár í senn eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Umsetingin er treytað av, at partarnir lúka treytirnar ásettar í § 13. Stk. 2. Leigaður egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðukvota falla aftur til upprunaliga rættindahavaran aftan á leigumálið, treytað av at hann lýkur treytirnar ásettar í § 12. Lýkur hann ikki hesa treyt, verður egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðukvota býtt millum fiskiførini sum eru í sama kvotubýti. Fiskirættindi svarandi til seldar egnar kvotupartar, egnu árskvotu ella egnu hjáveiðukvotu verða løgd afturat rættindunum hjá fiskiloyvinum, hvørs eigari hevur keypt. Stk. 3. Fiskiveiðueftirlitið skal hava fráboðan um umseting av egnum kvotuparti, egnari árskvotu og egnari hjáveiðukvotu, áðrenn farið verður at brúka hesar. Fráboðanin skal gerast skrivliga og skal verða váttað av báðum pørtum. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðukvota kunnu ikki setast í veð. Stk. 4. Fyri egnar kvotupartar og egnar árskvotur umsettar innan 1. september 1997, er reglan í § 14, stk. 2 galdandi. Stk. 5. Egin kvotupartur og partur í felagskvotu, sum er umsettur í einum fiskiári fyri ávíst tíðarskeið, skal fylgja vøkstri ella niðurskurði í sama mun, sum felags árskvotan broytist hvørt ár. § 16. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, á hvønn hátt egnir kvotupartar kunnu umsetast, verða leigaðir, ella lætnir millum bólkar av fiskiførum og veiðuhættir. § 17. Um partur av heildarkvotu ikki er latin sum egin kvotupartur sambært § 5, stk. 7, ella kvotupartur verður latin landsstýrismanninum inn aftur sum ónýttur, kann landsstýrismaðurin lata hann sum egna kvotupart til annað fiskifar. § 18. Fiskiskapur skal steðga beinanvegin, tá ið heildarkvota, egna árskvotan, felagskvotan ella hjáveiðukvotan av ávísum fiskasløgum er uppfiskað, sbr. tó stk. 3. Fiskiskapur skal eisini steðga, tá ið fiskidagarnir hjá einstøkum fiskifari ella bólki eru nýttir. Stk. 2. Fiskiloyvi ella partar av fiskiloyvi detta burtur av sær sjálvum, tá ið kvotan er uppfiskað ella fiskidagarnir eru nýttir. Stk. 3. Um veiðan eftir einum ávísum fiskaslagi ger, at fiskiskapurin eftir øðrum fiskasløgum steðgar, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta reglur fyri, hvussu fiskiskapurin eftir teimum fiskasløgum, sum ikki eru uppfiskað, verður at halda áfram. § 19. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, at tal av fiskidøgum ella veiðunøgdir av ávísum fiskasløgum skulu hækkast viðupp til 30 %, tá roknað verður, hvussu nógv er nýtt av fiskidøgum ella egnu árskvotuni hjá hvørjum fiskifari, roknað hvønn túr sær, tá veiðan ikki fer um eina føroyska innvigingaskipan. § 20. Fiskirannsóknarstovan hevur loyvi at fremja vísindaligar fiskirannsóknir, við egnum ella leigaðum fiskiførum, uttan mun til reglurnar í hesi lóg. Stk. 2. Royndarfiskiskapur krevur serstakt loyvi frá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta treytir fyri royndarfiskiskapi. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann uttan mun til galdandi avmarkingar í vinnuliga fiskiskapinum annars, loyva fiskiskapi sum liður í einari undirvísingar- og/ella menningarætlan. § 21. Veiða úr stovnum, ið ikki koma undir kvotu- ella fiskidagaskipan ella skipan við serligum fiskiloyvi, er loyvd fiskiførum við veiðuloyvi og fiskiloyvi sambært § 5, stk. 3 og 4 ella fiskiførum, hvørs eigarar hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4. Fiskiskapurin skal fara fram eftir teimum reglum, ið eru ásettar av landsstýrismanninum sambært § 9. Stk. 2. Tá loyvi verður givið til veiði sambært stk. 1, kann landsstýrismaðurin leggja dent á m.a. at bøta um trupul viðurskifti hjá persónum og feløgum, ið standast av kvotabýtinum. Kapittul 4. § 22. Við løgtingslóg verður ásett fiskidagatal fyri botnfiskaveiðu á føroyska landgrunninum hvørt fiskiárið. Stk. 2. Á hvørjum ári fyri 15. juni skal Fiskirannsóknarstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar og tilmæli viðvíkjandi fiskiskapinum í føroyskum sjógvi komandi fiskiárið. Stk. 3. Á hvørjum ári fyri 15. juni skal Stovnsrøktarnevndin lata landsstýrismanninum eina grundaða meting og eitt tilmæli viðvíkjandi fiskiskapinum eftir botnfiski á føroysku landleiðunum komandi fiskiárið. Stk. 4. Á hvørjum ári fyri 15. juli skal Skipanarnevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið, her undir møguligar broytingar í fiskidagatalinum fyri hvønn høvuðsbólk. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m. a. verða grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt. Skipanarnevndin skal meta, um galdandi fyriskipanir fyri fiskiveiðu í føroyskum sjógvi yvirhøvur tryggja, at endamálini við hesi lóg verða rokkin. Stk. 5. Eru Fiskirannsóknarstovan og Stovnsrøktarnevndin samd um, at lívfrøðiligu fortreytirnar og veiðutrýstið, sum vóru galdandi, seinast fiskidagar vórðu ásettir, eru munandi broyttar, skal Skipanarnevndin út frá hesum gera nýtt tilmæli um fiskidagar. Stk. 6. Landsstýrismaðurin leggur uppskot fram til løgtingslóg smb. stk. 1, og gevur í viðmerkingunum til uppskotið frágreiðing við øllum upplýsingum av týdningi viðvíkjandi ásetingini av fiskidøgum. Stk. 7. Fiskiárið byrjar 1. september og endar 31. august árið eftir. Fiskidagar fyri komandi árið verða ásettir í seinasta lagi 18. august sama árið, fiskiárið byrjar. Kapittul 5. § 23. Hóast forboðnum í § 10, stk. 5 móti at fiskifør, sum eru undir fremmandum flaggi, og ríkisborgarar, sum ikki eru heimahoyrandi í Føroyum, reka vinnuligan fiskiskap á føroysku landleiðunum, kann landsstýrismaðurin loyva tílíkan fiskiskap sambært sínámillum fiskivinnuavtalum við onnur lond. Stk. 2. Hóast kravið um, at bert fiskifør úr londum, sum Føroyar hava sínámillum fiskivinnuavtalu við, kunnu fáa loyvi at reka fiskiskap á føroysku landleiðunum, kann landsstýrismaðurin gera undantak frá hesi reglu, um tað tænir royndarendamálum ella er liður í royndum at menna nýggja veiði ella fiskavirking. § 24. Fiskifør undir fremmandum flaggi hava loyvi at veiða tær veiðunøgdir av ymiskum fiskastovnum undir Føroyum, sum eru avtalaðar millum myndugleikarnar í hesum londum og Føroya landsstýri á hvørjum ári. Stk. 2. Fiskifør undir fremmandum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á einum lista, sum heimland teirra hevur sent Fiskimálastýrinum við navni, skrásetingarnummari og øðrum neyðugum upplýsingum, áðrenn nýtt fiskiár byrjar. Broytingar kunnu gerast í listanum í fiskiárinum. § 25. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um fiskiskap á føroysku landleiðunum hjá fiskiførum undir fremmandum flaggi við atliti at § 9 og sínámillum fiskivinnuavtalunum. Kapittul 6. § 26. Veiðunøgdirnar, sum fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu veiða uttanfyri føroysku landleiðirnar, verða ásettar fyri eitt ár í senn, sambært sínámillum fiskivinnuavtalum við onnur lond og semjum í millumlanda og altjóða fiskivinnunevndum. Landsstýrismaðurin kann luta hesar nøgdir út sum egnar kvotupartar, egnar árskvotur ella felags árskvotur. Har fiskirættindini eru ásett sum fiskidagar, kann landsstýrismaðurin lata fiskifør fiska av ásetta dagatalinum undir einum ella lutað dagarnar millum skipini. Egnir kvotupartar, egnar árskvotur og felags árskvotur koma undir reglurnar í kapittul 3. Stk. 2. Reglur og treytir fyri fiskiskapi eru tær, sum eru galdandi í fiskivinnuøkinum hjá teimum londum, sínámillum fiskivinnuavtala er gjørd við. Í altjóðasjógvi galda tær reglur, sum avtalaðar eru í millumlanda og altjóða fiskivinnunevndum, og sum Føroyar hava góðtikið. Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað, tá fýra mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ikki nýttar partar av felags árskvotu hjá einum skipabólki til annan bólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætlingina í hesi lóg. Stk 4. Fiskiár í hesum kapittli er tað tíðarskeið, sum felags árskvotan er galdandi fyri. Kapittul 7. § 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK frá 1. september 1999 til 31. august 2000. § 28. Veiðiflotin verður býttur upp í hesar høvuðsbólkar av fiskiførum á føroysku landleiðunum: Bólkur 1: Trolarar yvir 400 HK, lemmatrolarar. Stk. 2. Rætturin til tilfeingið á føroysku landleiðunum verður roknað vegleiðandi hvørjum høvuðsbólki sær eftir prosentbýti av teimum ymisku fiskastovnunum soleiðis:
§ 29. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, smb. tó stk. 3, sum verður býtt javnt millum fiskiførini tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin :Bólkur 2: Partrolarar 6839 fiskidagar Stk. 2. Fyri Føroya Banka verður landsstýrismaðurin heimilað at áseta fiskidagaskipan eftir somu skipan sum fyri landgrunnin, tó við atliti at, hvussu Føroya Banki til eina og hvørja tíð er friðaður fyri ymsar veiðihættir. Stk. 3. Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk sær, er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleiðini. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um umbýtið av fiskidøgum frá innaru fiskidagaleiðini til ytru fiskidagaleiðina. Verður fiskað á ytru fiskidagaleiðini uttan fráboðan til Fiskiveiðueftirlitið um umbýti av døgum framman undan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið. Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at gera reglur fyri, at fiskidagatalið tillutað hvørjum fiskifari í høvuðsbólki 4 kann roknast um í lutfallinum 1:2, um fiskað verður við snellu. Fiskidagatalið fyri høvuðsbólk 5 verður nýtt sambært áseting frá landsstýrismanninum fyri eitt hálvár í senn. Stk. 5. Fiskifør í bólki 4, sum ikki hava roynt við troli eftir 1. januar 1995, kunnu ikki fáa fiskiloyvi til trolveiðu. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera undantøk frá hesum, um verandi fiskiloyvi til trolveiðu verður flutt til annað fiskifar í hesum bólki, har fiskiorkan verður tann sama ella minni. Stk. 6. Fiskifør, ið ikki eru undir fiskidagaskipan jvb. stk. 1 og stk. 2 í hesi grein og fiskifør við serloyvum, hava bert loyvi at veiða á føroysku landleiðunum eftir skipan við hjáveiðiparti, sum landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 7. Fiskifør, sum trola á leiðum, har loyvt bert verður troling við motororku undir 500 HK, verða flokkað í høvuðsbólk 4. Stk. 8. Fiskifar í høvuðsbólki 2, sum leggur um til lemmatrol, fær sum lemmatrolari tillutað 70% av fiskidøgunum ætlað hvørjum fari í undirbólki 2. Stk. 9. Landsstýrismanninum verður heimilað, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ikki brúktar fiskidagar innanfyri ein høvuðsbólk, ella til ein annan høvuðsbólk, sum tørvar hesar, grundað á tilætlingina í hesi lóg. § 30. (strikað) § 31. Talið av veiðiloyvum, ið koma undir fiskidagaskipan og skipan við hjáveiði eftir botnfiskasløgum á føroysku landleiðunum í hvørjum bólki av fiskiførum undir føroyskum flaggi, er talið av veiðiloyvum, sum varð útskrivað frá landsstýrinum 1. januar 1995. Kapittul 8. § 32. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at fiskiførum undir føroyskum flaggi og fiskakeyparum og øðrum, sum taka veiðu ella fiskavøru inn á goymslu, til umskipingar ella til at føra til avreiðingar uttanlands, verður álagt at lata inn veiðutøl, dagbøkur, vektarseðlar, upplýsingar um avreiðingar og aðrar upplýsingar um fiskiskap til hagfrøðilig og eftirlitsendamál. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at allar upplýsingar, sum verða kravdar eftir stk. 1., eisini skulu latast inn, tá veiða hjá útlendskum skipum verður løgd upp, fyribils goymd ella umskipað í Føroyum til at flyta víðari. Stk 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at Fiskirannsóknarstovan kann gera neyðugar kanningar av øllum landingum í Føroyum í samband við stovnsmetingar av fiskastovnum. Kapittul 9. § 33. Fiskiveiðueftirlitið fyrisitur fiskiveiðueftirlit á sjógvi og landi sambært hesi lóg. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiveiðueftirlit og um skipan av fiskiveiðueftirlitinum, herundir um eygleiðaraskipan. Stk. 2. Eftirlitið á sjónum við hesi lóg útinnir fiskiveiðueftirlitið á sjónum. Fiskiveiðueftirlitið á sjónum er samansett av skipum frá Fiskiveiðueftirlitinum og flogførum og eftirlitsskipum frá donsku sjóverjuni. Samstarvið millum Fiskiveiðueftirlitið og donsku sjóverjuna verður útint eftir samstarvsavtalu. Stk. 3. Tað áliggur fiskiveiðueftirlitinum at samskipa og gera avtalur við aðrar partar um at útinna allar fiskiveiðueftirlitsuppgávur eftir hesi lóg. Stk. 4. Fiskiveiðueftirlitið hevur landsstýrisins vegna eftirlitið á landleiðunum við virksemi og viðurskiftum, sum kunnu ávirka møguleikarnar at reka fiskivinnu. § 34. Fiskiveiðueftirlitið ansar eftir, at reglurnar í hesi lóg og reglur ásettar við heimild í hesi lóg verða hildnar. Stk. 2. Tað áliggur Fiskiveiðueftirlitinum at hava eftirlit við øðrum uppgávum, sum landsstýrismaðurin leggur til Fiskiveiðueftirlitið at fyrisita. § 35. Fiskiveiðueftirlitið á sjónum kann steðga fiskiførum og fiskaflutningsførum, fara um borð at gera tænastukanningar, herundir kanna skipsskjøl, manningarskjøl, skipsdagbøkur, kvotabøkur, lasta- og framleiðslubøkur og -uppgerð, reiðskap og veiðu og kann krevja, at reiðskapur og veiða verður tikin til nærri kanningar. Fiskifør kunnu eisini verða tikin inn í føroyska havn til nærri kanningar av reiðskapi og veiðu. Stk. 2. Fiskiveiðueftirlitinum verður heimilað at áseta bráðfeingis veiðubann fyri ávísar veiðuhættir á ávísum leiðum á landleiðunum, har íblandingin av ungfiski er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðubann kann lýsast fyri upp til 2 vikur hvørja ferð. Fiskiveiðueftirlitinum verður somuleiðis heimilað at loyva einstøkum fiskiførum at gera royndir á bráðfeingis stongdari leið til tess at staðfesta, um bráðfeingis veiðubann skal verða ásett av nýggjum. Bráðfeingis veiðubann verður lýst í Útvarpi Føroya. Stk. 3. Fiskiveiðueftirlitið hevur til eina og hvørja tíð við hóskandi samleikaváttan og uttan rættarúrskurð atgongd til fiskifør og fiskaflutnigsfør, sum liggja í havn, og harumframt á øllum støðum, har sum veiða ella partar av hesi verða goymd, flutt og viðgjørd v.m. Stk. 4. Fiskiveiðueftirlitið kann gera kanningar ella lata kanningar gera, herundir staksýniseftirlit og innvigingareftirlit, innheintað skjøl og upplýsingar, geva boð og forboð í tí vavi og á teimum økjum, har tað verður mett neyðugt fyri at fremja eftirlitið. § 35a. Tey, sum hava ábyrgd av veiði ella partar av hesi, hava skyldu til at hjálpa Fiskiveiðueftirlitinum í tænastuliga kanningum sínum og hava rætt til at verða til staðar undir slíkum kanningum. § 35b. Nøgdir av veiði, sum er fiskað stríðandi ímóti reglum um fiskiskap, mugu ikki verða goymd, flutt ella viðgjørd v.m. Stk. 2. Keyparar ella móttakarar av tílíkum nøgdum av veiði ella partar av hesi, sum fiskað stríðandi ímóti reglunum í stk. 1, ella hvørs innihald ikki er í samsvar við reglur um veiðisamanseting, kunnu bera seg undan ábyrgd við móttøkuni at siga Fiskiveiðueftirlitinum frá og uppgeva metta veiðinøgd og slag og samanseting við navni á tí, sum letur nøgdina, og bústaðir hansara. Fráboðað nøgd av veiði ella partur av hesi skal verða goymd soleiðis, at eftirlit kann fremjast og má ikki verða flutt ella verða viðgjørd uttan samtykki frá Fiskiveiðueftirlitinum. Stk. 3. Koma fyri nøgdir av veiði ella partar av hesi, veidd ímóti galdandi reglum, verður øll nøgdin at meta sum veitt soleiðis, uttanso at tann nøgd, sum er veidd stríðandi ímóti galdandi reglum, verður skild frá, meðan Fiskiveiðueftirlitið er á staðnum fyri at staðfesta, hvussu stór tann ólógliga veiðan er. § 36. Landsstýrismaðurin kann áleggja fiskiførum at hava umborð eygleiðarar frá Fiskiveiðueftirlitinum at gera kanningararbeiði í samband við fiskiveiðu við fiskiførum undir føroyskum flaggi á landleiðunum og uttan fyri landleiðirnar og fiskiførum undir fremmandum flaggi á føroysku landleiðunum. Útreiðslur til kost og uppihald ber fiskifarið. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerð fiskifarsins til tess at hava samband við myndugleikar á landi og við Fiskiveiðueftirlitið. § 37. Fiskiveiðueftirlitið á sjónum kann krevja, at fiskifar verður verandi á eini knattstøðu í ásetta tíð til tess, at kanningar kunnu fremjast. Knattstøða og tíðarskeið skal so vítt gjørligt verða avtalað við skipara á avvarðandi fiskifari, tó soleiðis, at hetta ikki darvar fiskiskapinum óneyðugt. § 38. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur um at forða fyri, at veiða, sum er fiskað í stríð við hesa lóg ella reglum ásettar samsvarandi hesi lóg, verða yvirførdar til onnur før ella avreidd, herundir um skyldu at fráboða veiðunøgd § 39. Fiskifør skulu á landleiðunum hava allan fiskireiðskapin burturstúvaðan innanborða á sínum náttúrliga staði, tá tey eru stødd á eini leið, har tað ikki er loyvt fiskifarinum at fiska. Tað sama er galdandi, tá fiskifarið liggur í havn.Kapittul 10 § 40. Um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við bót, ið: brýtur reglur ásettar við heimild í § 9, stk. 1-4, §9 a stk. 1-2 og reglur ásettar við heimild í § 25 viðvíkjandi skipanini av fiskiskapinum, brýtur reglurnar í § 10, stk. 1-5, brýtur reglurnar í §§ 7, 8, 14 og 15 og 11, § 18, stk. 2, § 19, § 21, stk. 1, 1. punktum, § 24, stk. 2 , § 35a, § 35b og reglur ásettar við heimild í § 21 annars, fylgir ikki treytum knýttar at loyvum latin eftir hesi lóg, ger ikki eftir boðum ella forboðum givin sambært lógini ella reglum ásettar við heimild í lógini, letur ósannar ella villleiðandi upplýsingar ella heldur aftur upplýsingum til nýtslu í próvførslu eftir lógini ella sum eru kravdar sambært lógini. Stk. 2. Í kunngerðum gjørdar við heimild í lógini kann vera ásett revsing við bót fyri brot á reglur í hesum kunngerðum. Stk. 3. Um brot verður framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við bót. § 41. Sektarpeningur, álagdur við heimild í hesi lóg, verður býttur eftir galdandi avtalu millum ríkisstýrið og landsstýrið. § 42. Fyri inndrátt eru reglurnar í borgarligu revsilógini galdandi. Veiða ella virði av veiðu kann tó verða inndrigið, hóast tað ikki er endaliga staðfest, at øll veiðan er fiskað ólógliga. Stk.2. Fyri brot á reglurnar um útblaking og brot á reglurnar um at veiða á stongdari leið ella á friðaðum øki, veiða við ólógligum reiðskapi, veiða uttan veiði- ella fiskiloyvi ella veiða útum ásettari felags árskvotu, egnari árskvotu, loyvdum fiskidøgum sambært fiskiloyvi, egnari hjáveiðukvotu ella loyvdari hjáveiðu sambært kunngerð, kann øll veiða og reiðskapur verða inndrigið, herundir net, lemmar, sleiðitrossar, línur, uppstandarar v.m. líkamikið hvørs ogn hetta er. Stk. 3. Mál, sum viðvíkja brotum á lógina ella reglum ásettar við heimild í lógini, kunnu verða avgjørd av løgregluni eins væl og av skiparanum á avvarðandi fiskieftirlitsskipi, í samráð við fútan, um bót, inndráttur og gjald av sakarmálskostnaði verða góðtikin. Stk. 4. Verður málið ikki avgreitt eftir stk. 3, verður málið lagt fyri dómsvaldið. Upplýst eigur at verða um rættin til at leggja málið fyri dómsvaldið og hvør freistin er. Áheitan um at fáa málið lagt fyri dómsvaldið skal boðast fútanum frá í seinast lagi 1 viku eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi. Stk. 5. Viðvíkjandi góðtøku eftir stk. 3 verður reglan í rættargangslógini um innihald í ákæruriti í løgreglumálum at nýta í hesum sambandi. § 43. Verður komið fram á ólógligan reiðskap í sjónum ella reiðskap, sum ikki er merktur sambært galdandi reglum, verður reiðskapurin inndrigin, um tað ikki kann verða greitt, hvør eigur hann. Sama er galdandi fyri reiðskap, ið er settur ella latin eftir á plássum, har fiskiskapur við hesum reiðskapi ikki er loyvdur, ella á leiðum, har onnur hava einarætt til fiskiskap ella til ávíst slag av fiskiskapi. § 44. Útlendsk skip, ið hava framt fiskiskap á føroyskum landleiðum undir slíkum umstøðum, at revsiábyrgd er staðfest eftir reglunum í § 40, kunnu haldast aftur av eftirlitsmyndugleikanum til falnar bótarupphæddir og sakarmálskostnaður eru goldin, ella til trygd er veitt fyri gjaldingini. Er ikki goldið 2 mánaðir aftaná, at málið er endaliga avgjørt, kann fullnaður verða tikin í skipinum. Stk. 2. Um nevndu myndugleikar halda skip aftur, verða reglurnar í kapittul 72 í rættargangslógini um at leggja hald á lutir, ið tað verður hildið rætt at draga inn, at nýta samsvarandi. Afturhald kann bert fremjast, um tað er neyðugt fyri at tryggja, at nevndu upphæddir verða goldnar. § 45. Fiskiveiðueftirlitið kann beinanvegin taka inn fiskiloyvi, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í § 9, § 9a, § 10, § 18, um fiskifar hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi ella reglum, ásettar við kunngerð um fiskiskap á og uttanfyri føroysku landleiðirnar ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir, ásettar í fiskiloyvinum. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 2 vikur hvørja ferð. Hevur fiskifar fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi, verður givið eigaranum tríggjar dagar freist at boða Fiskiveiðueftirlitinum frá, at hann við umsiting av fiskidøgum, egnari árskvotu ella egnari hjáveiðukvotu hevur lokið treytirnar. Landsstýrismaðurin kann haraftrat mótrokna nøgdina av mettu veiðuni, sum blakað er út aftur, í egnari árskvotu ella felags árskvotu. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka aftur veiði- og fiskiloyvi fyri ávíst tíðarskeið, um skiparin á fiskifarinum er dømdur ella hevur góðtikið bót fyri brot á hesa lóg ella reglur, ásettar við heimild í lógini. Fiskiveiðueftirlitið kann beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, um brot verða staðfest á reglurnar um vernd av ungfiski, ásettar sambært § 9. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð. Stk. 3. Veiðiloyvishavarin kann krevja, at avgerðin eftir stk. 1 og 2 verður løgd fyri dómsvaldið. Avgerðin skal innihalda upplýsing um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og kærufreist. Áheitan skal fráboðast landfútanum í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerðin er boðað viðkomandi. Málið verður lagt fyri dómsvaldið eftir reglunum í revsilógini § 78, stk. 3. Áheitanin frestar ikki tiknu avgerðina. § 46. Brot á reglur ásettar við heimild í hesi lóg ella reglur um útinnan av embætisskyldu kunnu hava við sær, at landsstýrismaðurin kann taka aftur rættindi eftir hesi lóg endaliga ella fyribils. Stk. 2. Tílíkar avgerðir kunnu innan 2 vikur skjótast inn fyri Føroya Rætt. Hetta frestar ikki tiknu avgerðirnar. § 47. Brot á reglur fyri fiskiskapi við heimild í hesi lóg, ella brot á treytir í loyvum, kunnu hava við sær avmarkingar í rættinum at nýta givin loyvi og kvotur. Grov brot og endurtøka av brotum kunnu hava við sær, at givin rættindi verða tikin aftur. Slíkar avgerðir verða tiknar av landsstýrismanninum og kunnu áðrenn 2 vikur frá kunngerðardegi leggjast fyri Føroya Rætt. § 48. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at avgerðir um at taka aftur veiðu- og fiskiloyvi, sum tiknar eru sambært § 45, ikki kunnu kærast til landsstýrismaðurin. § 49. Henda lóg fær gildi dagin eftir, hon er lýst. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiði á landleiðini, løgtingslóg nr. 77 frá 12. juni 1990 um fiskiveiðu á innaru landleiðini og í áum, løkum og vøtnum, løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond og løgtingslóg nr. 55 frá 22. september 1978 um regulering av føroyskum fiskiskapi uttan fyri landleiðina. Stk. 2. Kunngerðir, sum eru settar í gildi við heimild í teimum lógum, sum fara úr gildi, hava framvegis gildi í tann mun tær ikki stríða ímóti ásetingunum eftir hesi lóg. |